4 minute read

Strategi fyri ferðavinnuna

í Føroyum

Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi eru vaksnar skjótast seinastu nógvu árini. Sambært WTO hevur vøksturin verið 4-5% árliga. Korona hevur havt eina sera skakandi ávirkan á vinnuna í 2020, 2021, eisini í vissan mun 2022 og kemur at hava avleiðingar í fleiri ár aftrat á heimsmarknaðinum, kanska heilt fram til 2025. Væntanin er kortini, at ferðavinnan í Føroyum kann fóta sær skjótari enn tað, sum eisini sæst í hagtølunum fyri 2022.

Hóast Føroyum vantar neyv hagtøl frá 2003 ­2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama er galdandi við gistitalinum.

Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Seinnu árini hava vit hómað ein vøkstur, og tí varð ein nýggj menningardeild sett á stovn í 2018. Tað er týdningarmikið at vøkstur og innlendis menning hanga saman.

Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika til Føroyar og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini í heiminum. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur. Hetta er ikki minst galdandi eftir koronu, nú vinnan hevur fingið stór fíggjarlig bakkøst, samstundis sum gistingarkapasiteturin er tvífaldaður og altjóða kappingin munandi herd.

Strategiin sum arbeitt hevur verið eftir fram til 2020 varð sett út í kortið í 2012. Neyðugt hevur verið at bíða eftir at gera 2030 strategiina til bæði heimsferðavinnan og føroyska ferðavinnan vóru komnar aftur í gongd.

Strategiin Leggur Dent 3 Fokus Ki

AT SAMSKIPA MARKNAÐARFØRINGINA ÚT FRÁ EINUM

FELAGS BRANDI

Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangsstøði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri at fáa best møguligu effekt.

KARMAR

Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna.

Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.

Menning

Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi um alt landið.

Ráðgeva í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingar­ menning, eins og veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.

N Ggj Fer Avinnu Tlan Fram M Ti 2030

Visit Faroe Islands er farið undir arbeiðið at orða nýggja langtíðarætlan fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030 – og bjóðar øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini við fyrstu ‘bottum ­ up’ strategi av sínum slag í heiminum.

Málið við hesum arbeiði er, at nýggja ferðavinnuætlanin skal vera ein ætlan, sum er so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum gjørligt kunnu hava eina ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum. Tí er alneyðugt, at so nógvir føroyingar sum gjørligt taka lut í kjakinum um ferðavinnuna í Føroyum.

Ein burðardygg ferðavinna snýr seg m.a. um at finna eina javnvág millum trivnaðin hjá teimum, sum búgva á staðnum, at okkara náttúra verður vard, at ferðavinnan er búskaparliga haldfør og at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Føroyum. Slík javnvág verður bara funnin við eini opnari og almennari samrøðu um, hvat tað er, vit vilja við ferðavinnuni í Føroyum.

Umframt fundir og verkstovur við eitt breitt úrval av føroyingum frá øllum heraðshornum, hevur Visit Faroe Islands savnað afturmeldingar frá áleið 500 føroyingum, sum siga sína hugsan um ferðavinnuna. Arbeiðið verður væntandi liðugt í fyrru helvt av 2023.

Visj N

Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

Nýggj langtíðarmál verða sett í 2030 strategiini, sum kemur í fyrru helvt av 2023.

MÁL FYRI 2023

Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. Nýggj langartíðarmál verða sett í 2030 strategiini.

Alt týðir uppá, at málið hevði verið rokkið, um korona farsóttin ikki rakti heimin. Ferðavinnan í Føroyum hevur so at siga ligið lamin í 2020 og 2021. Í 2023 verður sjóneykan sett á at vinna tað mista inn aftur, og at røkka 2020 málinum. Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til søluog marknaðar funktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.

Markna Arf Ring Og Menning

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á altjóða marknaðum og at menna Føroyar sum ferðamál. Marknaðarføringin hevur síðstu árini havt fokus á at leingja árstíðina, og selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferðavinnuni kunnu vera virknir alt árið og harvið tryggja støðug arbeiðspláss til starvsfólk. Hetta verður m.a. gjørt við at menna vinnuferðavinnu, sum eisini var partur av verkætlanini Vakstrarforum hjá landsstýrinum.

Menningararbeiðið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál, við endamálinum at menna og varðveita um somu leið.

Val Av Markna Um

Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á útvaldum marknaðum. Hesir eru valdir út frá nærleika til Føroyar, har vit ganga út frá at kunnleikin til Føroyar er lutfalsliga størstur, og harvið lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Tey síðstu árini hevur burðardygd eisini verið ein grundgeving fyri at raðfesta marknaðir, sum eru tætt uppá Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt ov langt fyri at koma til Føroyar. Teir marknaðir, sum hava verið raðfestir eru

Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland, Holland, Italia, Frakland og síðstu árini eisini USA, við serligum denti á eysturstrondina, har tað er stórur kunnleiki um Ísland, sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði.

Arbeiðið at gera eina nýggja langtíðarstrategi fyri marknaðar føring og menning frá 2023 og fram er farið í gongd.

Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

Mál 2023

1. mia í umsetningi

Mál 2023

700 arbeiðspláss

Mál 2023

250.000 gistingar